
Ársins fyrsta bátastevna
Aftur í ár skipar Bátafelagið Toftum fyri bátastevnu, sum hevur verið á Toftum fyrsta leygardag í mai síðani í 2005.
Í ár verður stevnan sostatt leygardagin tann 4. mai.Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, savnast bátarnir í Skálafirði um middagsleitið og síðan stevnir fylgið út eftir Skálafjørðinum og út á Toftir.
Tá komið er út móti Oyrunum, og bátarnir eftir neyvari skipan stevna inn í Oyrahavnina og leggja til bryggju, setir Harmonikuliðið sín dám á við at spæla sjómanssangir.
Seinnapartin og um kvøldið verður ymiskt undirhald á stevnuøkinum, bæði fyri børnum og vaksnum og seint um náttina verður dansur í stevnutjaldinum.
www.antares.fo / Martin Sonny Frederiksen