* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Asia verður samanborið við Bermuda Tríhyrningin

Talið á álvarsomum óhappum í skipaferðsluni í Asia hevur seinastu seks mánaðirnar verið so stórt, at stóra týska tryggingarfelagið Allianz nú skírir Eystur- og Landsynningsasia sum eitt vanlukkuligt “blackspot” og samanber tað við duldarfulla Bermuda Tríhyrningin.

Økt skipaferðsla og vánaligur sjómansskapur í asiatisku farvøtnunum eru týdningarmiklar orsøkirnar til vøksturin í talinum á óhappum á sjónum, sum ofta hava kravt mannalív.

Samanstoyturin herfyri millum 164.000 dwt stóra tangaskipið Sanchi og 76.000 dwt stóra farmaskipið CF Crystal, har øll manningin á Sanchi - 32 mans - doyði, er triðstørsti samanstoyturin í Asia, sum hevur kravt mannalív seinastu seks mánaðirnar.

Í juni í fjør stoytti oyðarin USS Fitzgerald saman við NYK-bingjuskipið ACX Crystal skamt uttanfyri Tokyo Flógvan í eini vanlukku, sum kostaði sjey amerikonskum sjómonnum lívið. Amerikonsku myndugleikarnir hava síðani givið “vánaligum sjómansskapi” á báðum skipum skyldina fyri vanlukkuna.

Bert tveir mánaðir seinni var aftur galið hjá einum amerikonskum oyðara. Hesa ferð var tað USS John MCCain, ið stoytti saman við 50.800 dwt. stóra tangaskipið Alnic út fyri Singapore. 10 amerikonsk sjófólk doyðu. Tá fingu “vánalig dømievni” hjá US-yvirmonnunum á John McCain skyldina.

Óhappini í asiatisku farvøtnunum eru nóg mong til, at Allianz Global Corporate & Specialty (AGCS) lýsir tey sum blackspot fyri óhapp og samanber tað við gátuføra Bermuda Tríhyrningin.

Greiningarnar hjá Allianz vísa, at Asia er tað økið i heiminum, sum í 2016 hevði størsta talið av skipbrotum - 34 - ella 40 pst. av heimsins samlaða tali hetta árið.

"Her er ikki bert nógv ferðsla, men eisini ofta ringt veður, og sjálvt um eg ikki vil gita um orsøkina til Sanchi-vanlukkuna, eru nøkur trygdarviðurskifti í økinum, sum ikki eru so høg, sum ein kundi roknað við í mun yil altjóða krøv,” sigur Rahul Khanna, kapteynur, ið er leiðari fyri marine risk consulting í AGCS.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk.