* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Asiatar arbeiða hjá Statoil fyri 23 kr. um tíman

Statoil er komið í andglettin fyri at hava leigað eitt lyftiskip frá einum hollendskum felag, sum verður ákært fyri at løna asiatiskum arbeiðarum við heilt niður í 23 kr. um tíman. Felagið Heerema vil ikki gera viðmerkingar til einstakar sáttmálar, men sigur, at tey lúka øll krøv frá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum (ITF).

12 tímar langar arbeiðsdagar, 12 vikur út í eitt fyri eina dagløn upp á 45 dollarar eru treytir, sum asiatiskir arbeiðsmenn á einum hollendskum lyftiskipi noyðast at finna seg í, skrivar norska blaðið VG. Og hetta eru treytir, sum skaka norsku fakfelagsrørsluna.

Norskir arbeiðarar kunnu forvinna 300 kr. um tíman fyri sama arbeiði. Er tað rætt, at asiatiskir arbeiðarar forvinna so lítið, hevur Statoil nógv at greiða frá, tí tað eru tey, sum hava leigað Heerema, sigur Jørn Eggum, ið er leiðari í størsta privata fakfelagnum undir norska LO.

Men Heerema vil ikki gera viðmerkingar til einstakar sáttmálar og vísir á, at tey fylgja øllum reglum hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum, ITF.

Statoil sigur, at hollendska felagið, sum hevur skrásett skipið í Aberdeen í Skotlandi, hevur skrivað undir upp á, at tað fylgir "veitingarkrøvunum" hjá Statoil. Hesi siga millum annað, at veitarar hjá Statoil skulu virða starvsfólk síni “eins og rættvíst” og at Statoil ikki tolir nakað slag av diskriminatióin við grundarlagi í “ættarslagi, liti, kyni, religión, politiskari áskoðan, tjóðskapi ella sosialari bakgrund”.

Aðrar viðmerkingar hevur Statoil ikki.

Kilde: VG