* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskipið Helge, sum í farnu viku varð við í einum samanstoyti í Norðsjónum og síðan varð sleipað til Esbjerg at kanna skaðarnar, skipið fekk í samanstoytinum, skal tømast fyri last. Orsøkin er, ar skipið skal lætna, áðrenn tað fer í dokk.

 

Í fyrsta umfari varð sagt, at skipið, sum mannigin var farin av, ikki kundi bjargast orsakað av slagsíðu og vánaligum veðri. Men síðan eydnaðist bjargingarliðum at stabilisera skipið og sleipa tað til Esbjerg. Hagar kom tað leygardagin.

 

MF Shipping Group, sum rekur skipið, hevur avgjørt at flyta lastina á skipinum yvir á tvey onnur skip, meðan Helge skal í turdokk í Esbjerg.

 

Manningin verður væntandi send heim til Hollands við flogfari. Tey hava verið stødd í Esbjerg síðan fríggjadagin, og hava millum annað hjálpt donskum myndugleikum við kanningararbeiðnum.

 

Reeferen Wild Cosmos, sum var hitt skipið í samanstoytinum, er komið til St. Pætursborg, har tað framvegis liggur við bryggju.

 

Kelda: Marinedanmark