* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, vinstrumegin, og Andrias Poulsen, nevndarlimur í áhugafelagnum Antares, á Atlantic Fair í Klaksvík.

Atlantic Fair: Vit hitta limir og annað gott fólk

Millum mongu básarnar á Atlantic Fair 2019 er felags básurin hjá Maskinmeistarafelagnum, Vinnuháskúlanum og Áhugafelagnum, Antares.

 

Til staðar hesa løtuna, vit eru inni á gólvinum, eru formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, og ein av nevndarlimunum í Áhugafelagnum Antares, Andrias Poulsen. Og teir eru væl nøgdir við møguleikan, sum luttøka við einum bási á stevnuni gevur feløgunum.

 

- So vítt eg veit, hava vit verið við frá byrjanini, og hetta er eitt gott høvi at møta fólki. Vit hava nógvar limir, sum eru innanfyri maritimu vinnuna, bæði so og so, og tí er hetta eitt gylt høvi, bæði hjá okkum og limunum. Vit hitta fólk og taka eitt stutt kaffiprát. Fyri okkum er tað gott at koma út at hitta fólk og limir, sigur Andrias Poulsen.

 

Vilja vera sjónligir

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum leggur dent á, at felagið fegið vil verða sjónligari, og tí kom tað væl við, tá Antares spurdi, um maskinmeistararnir vildu vera við á einum bási saman við Vinnuháskúlanum og Antares.

 

- Hetta haldi eg er eitt gott høvi at sjónliggera felagið. Í gjár høvdu vit onkrar limir inni á gólvinum, og vónandi eisini onkrar komandi limir. Her vóru til dømis nógv ungfólk frá Glasum, og tey ynsktu at fáa upplýsingar um, hvørjir møguleikar eru í maritimu vinnuni, og ikki minst í maskinmeistaravinnuni. Hetta vóru ungfólk, sum hava hug at fara maskinmeistaravegin, sigur Ólavur Gunnarsson.

 

Ungfólkini prátaðu aftur og fram um vinnuna, og so passaði tað ógvuliga væl, at stjórin á Vinnuháskúlanum eisini var til staðar. Hann kundi greiða ungfólkunum nærri frá útbúgvingarmøguleikunum á Vinnuháskúlanum. Til dømis vóru fleiri studentar millum ungfólkini, og stjórin á Vinnuháskúlanum kundu so siga teimum, at fleiri teirra kundu sleppa undan einstøkum lærugreinum – onkur kundi sleppa undan einum heilum ári.

 

- Tað sær út til at vera trupult at fáa limirnar inn á gátt hjá okkum, og so mugu vit í staðin fara út til limirnar. Her kunnu vit til dømis lodda nøgdsemið hjá limunum, sigur Ólavur Gunnarsson.

 

Andrias Poulsen heldur tað vera heppið at fleiri eru um sama bás.

 

- Í hesum førinum kundi Ólavur Gunnarsson greiða ungfólkunum frá út frá Maskinmeistarafelagnum, stjórin á Vinnuháskúlanum kundi siga frá útbúgvingarmøguleikum, og vit í Antares kundu greiða teimum frá praktiska lívinum úti í vinnuni, bæði á dekkinum, í maskinuni og á brúnni, sigur Andrias Poulsen.

 

Ólavur Gunnarsson heldur, at tað ivaleyst hevði riggað væl, at uppaftur fleiri av maritimu feløgunum saman við til dømis Vinnuháskúlanum, sum í hesum førinum, vóru saman um ein størri bás. Tá kundu limir, ungfólk og onnur áhugað fingið allar upplýsingar á einum stað.  

 

Samstundis leggja teir báðir, Ólavur Gunnarsson og Andrias Poulsen, dent á, at messan er væl skipað og alt riggar væl.