* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Atlantic kostað danska eigaranum miljónir

Danski eigarin av skipinum undir føroyskum flaggi, Atlantic, sum herfyri fór á land í Svøríki, hevur mist miljónir upp á skipið seinastu árini. Hann yvirtók Atlantic, tá ein føroyskur kundi ikki var førur fyri at rinda sína rokning, men hevur síðani roynt at selja tað.

Ein ógoldin rokning gjørdi danan Erling Pedersen til eigara av skipinum, sum herfyri fór á land sunnanfyri Oscarshamn í Svøríki - helst tí at russiski skiparin var ávirkaður av rúsdrekka.

Erling Pedersen eigur og rekur Assens Skibsværft á Fjóni.

Í 2009 gjørdist hann ósjálvboðin reiðari, tá ein føroyskur kundi ikki var førur fyri at rinda sína rokning fyri umvælingar av farmaskipinum Atlantic.

Tað hevur tó langtfrá verið eydnan hjá Erlingi Pedersen at vera skipaeigari.

Síðani hann yvirtók Atlantic, hevur tað kostað fyritøku hansara útivið 20 mió. kr. Skipið er tí sett til sølu fyri eina mió. dollarar - ella uml. 6,3 mió. kr.

 "Assens Værft skal jú ikki vera reiðarí. Tað hevur ongantíð verið ætlanin. Men vit vóru noyddir at taka skipið frá kunda okkara tá, orsakað av einum gjaldstrupulleika, og síðani tá hava vit roynt at selt tað," sigur Erling Pedersen, sum væntar, at óhepni ognarskapurin endar í einum minusi.

"Skal eg hava mínar pengar heim í dag, so skal eg hava nógv meira enn prísin, sum skipið er boðið út fyri. Men marknaðurin er ikki har vit kunnu fáa mest møguligan prís," sigur hann við ShippingWatch.

Rakt av fleiri óhappum

Farmaskipið Atlantic er frá 1980 og siglir undir føroyskum flaggi. Tað hevur verið í rakstri síðani 2013, fyrst hjá Nygård Shipping og nú hjá Venus Shipping, sum hevur heimstað í Norðurjútlandi.

Ein vánaligur marknaður og fleiri óhapp hava tó havt við sær, at skipið hevur givið undirskot frá degi eitt. Í 2015/16 var tapið í føroyska rakstrarfelagnum, E.P. Shipping, upp á slakar 300.000 kr.

Skipið hevur eisini verið ein kleppur um beinini hjá annars væl riknu fyritøkuni hjá Erlingi Pedersen í seinasta roknskaparárinum. Eitt óhapp út fyri Gotlandi og óhappið út fyri Oskarhamn hava verið við til at kasta grús í maskinaríið, sum hann tekur til.

"Hetta hevur bara kostað pengar. Vit hava verið eitt sindur óhepnir við nøkrum viðurskiftum, orsakað av menniskjansligum mistøkum," sigur Erling Pedersen.

Skaðarnir á skipið, eftir at tað bar við land í september, vóru tó ikki so stórir, sum fryktað varð fyri.

"Skipið fer í sigling aftur, tí onki hendi, sum forðaði tí at sigla víðari. Ongin botnskaði hendi. Skipið er júst komið av beding og hevur verið ígjøgnum eitt stórt eftirlit her hjá okkum, so tað er í góðum standi," sigur Erling Pedersen.

Skal ikki til upphøggingar

Av somu orsøk kemur heldur ikki upp á tal at senda skipið til upphøggingar. Til tess er tað í ov góðum standi, heldur Erling Pedersen.

"Nei, tað kann ikki loysa seg. Hetta er eitt frálíkt skip. Vit hava júst brúkt 3,2 mió. kr. upp á síðsta eftirlitið," sigur hann við ShippingWatch og leggur aftrat, at hann hevur ansað væl eftir Atlantic, síðani hann yvirtók tað.

"Vit vita, hvat ið krevst fyri at fáa alt at virka. Vit hava ikki lopið upp um nakrastaðni. Men eg havi fingið nógmikið av hasum skipinum í mong ár, so nú skal tað víðari," sigur Erling Pedersen.

Meðan skipið hevur mist pengar, so gav holdingfelagið hjá Erlingi Pedersen, sum eisini fevnir um Assens Skibsværft, eitt yvirskot upp á 2,5 mió. kr. í 2015/16. 

Kelda: shippingwatch.dk