* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Atlantic Petroleum fingið risastóra bót á keypsskálanum

Atlantic Petroleum hevur fingið higartil størstu bótina, sum danski keypsskálin nakrantíð hevur givið. Grundin er, at føroyska oljufelagið ferð afraná ferð hevur brotið reglurnar hjá Keypsskálanum.

 

Shippingwatch endurgevur Berlingske Business fyri at skriva, at føroyska oljufelagið hevur fingið eina millión krónur í bót fyri eina røð av brotum á reglurnar á danska virðisbrævamarknaðinum. Upphæddin svarar til kostnaðin hjá felagnum at vera á keypsskálanum í tvey ár.

 

Heldur felagið fram at bróta reglurnar er vandi fyri, at felagið verður tveitt av keypsskálanum.

 

- Hetta er størsta gjaldið, vit hava álagt einum limi í keypsskálanum ella einum børsnoteraðum felag, sigur Jacob  Kaule, sum hevur eftirlit við danska virðisbrævamarknaðinum.

 

Stjórin í Atlantic Petroleum, Mark T. Højgaard, viðgongur í einum telduposti til Berlingske Business, at felagið hevur gjørt feilir – serliga eitt tíðarskeið í 2018, men at felagið nú hevur hert mannagongdirnar.

 

Kelda: Shippingwatch