* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Atlantic Petroleum: Vánirnar fyri 2019 hildu

Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, heldur fast við vánirnar um nettoundirskot í 2019, sambært fjórðingsroknskapinum.

 

Aftur í triðja ársfjórðingi kom Atlantic Petroleum út við ein undirskoti eins og í undanfarnu fjórðingsroknskapunum í ár.

 

Í triðja ársfjórðingi var undirskotið 6,0 milliónir krónur, og fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár var undirskotið í alt 23,4 milliónir krónur. Somu tíð í fjør var undirskotið ávikavist 1,6 millión krónur og 5,1 millión krónur.

 

Bruttovinningurin er eitt stór runt null bæði fyri ársfjórðingin og fyri hetta tíðarskeiðið, skrivar Shippingwatch.

 

Oljuøkið hjá felagnum, Orlando, gevur ikki tað, sum varð væntað, og tí er virðið á feltinum niðurskrivað við 2,3 milliónum krónum 3. ársfjórðing og við 17,2 milliónum krónur 2. ársfjórðing.

 

Framleiðslan er annars 3.300 tunnur um dagin.

 

Kelda: Shippingnews