* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Atlantic liggur strandað sunnanfyri Oskarshamn í Svøríki í september í fjør.

Atlantic strandaði í fjør: Skiparin var ávirkaður

Tá ið føroyska farmaskipið, Atlantic, strandaði sunnanfyri Oskarshamn í Svøríki í fjør, var orsøkin hon, at skiparin var fullur og sovnaði á brúnni. Tað skrivar Maritime Danmark. Skiparin var einsamallur á brúnni, tá Atlantic strandaði.

Maritime Danmark skrivar, at sambært Swedish Accident Investigation Authority (SAIA) var skiparin á 3.000 DWT Atlantic troyttur og ávirkaður av alkoholi, tá skipið strandaði sunnanfyri Oskarshamn í september í fjør. AIS-upplýsingar vísa, at onki varð gjørt fyri at rætta kósina áðrenn óhappið hendi.

Løgreglan handtók skiparan og ein annan yvirmann, tí illgruni var um, at teir báðir vóru ávirkaðir av alkoholi.

Maritime Danmark skrivar, at skiparin á føroyska skipinum var føroyingur, men almenna svenska sjónvarpið, SVT, og Maritime and Crimean Shippin News siga, at skiparin var russiskur ríkisborgari.

SAIA sigur orsøkina til strandingina vera vantandi útkikk sum beinleiðis avleiðin av at skiparin sovnaði. Sonevnda BNWAS-ávaringarskipanin til vaktina á búnni var sløkt.

Ein onnur viðvirkandi orsøk er fámenta manningin umborð kombinerað við ISM hjá felagnum, sum ikki gevur skiparanum nøktandi stuðul. Heitt er á operatørin, danska reiðaríið Venus Shipping, at ganga ígjøgnum trygdarskipanirnar umborð á Atlantic av nýggjum.

Kelda: Maritime Danmark