* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Atlantic togað av aftur og komin til bryggju

Føroyska farmaskipið Atlantic, sum leygardagin fór á land út fyri Oskarshamn, varð í gjár togað av aftur og er nú sleipað til bryggju. Tað tók umleið tríggjar tímar at sleipa skipið til lands. Klokkan 12.27 svenska tíð var skipið lætnað somikið, at tað á flóð lættliga kundi togast av aftur.

”Arbeiðið gekk væl. Tilgongdin var trygg og fylgdi bjargingarætlanini, ið varð løgd. Átakið eydnaðist væl eftir fyrimyndarligt samstarv millum partarnar”, sigur Johan Eklöf, átaksleiðari hjá svensku sjóverjuni.

Umboð fyri tryggingarfeløg, reiðarí, sjóvinnustýrið, bjargingartænastuna, sjóverjuna og onnur vóru hjástødd undir bjargingarátakinum. Ongi tekin vóru um lekar, men skipið var eisini vorðið tømt fyri diesel. Skipið varð síðani sleipað til Oskarshamn. 

Tað er framvegis onki nýtt um skiparan og stýrimannin á danskt rikna skipinum. Løgreglan tók teir báðar leygarmorgunin, eftir at skipið var farið á land. Teir eru undir illgruna fyri grova rúsdrekkasigling.

Kelda: Kustbevakningen