* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ávara sjófólk ímóti at bróta “drink-drive” reglurnar

Myndugleikarnir í Nýsælandi ávara nú sjófólk ímóti at bróta alkohol-reglurnar í sambandi við sigling. Tað hendir eftir eitt mál, har ein skipari varð tikin fyri at hava tríggjar ferðir meira alkohol í blóðinum enn loyvt.

 

Saurabh Kumar Singh, skipari á kemikalitangabátinum, SG Pegasus, fekk eina bót upp á 1.000 nýsælendskar dollarar og tikin av skipinum, eftir at løgverjan tók hann fyri at bróta alkoholreglurnar fyri sjófólk í nýsælendskum øki.

 

Skiparin varð kannaður, eftir at tollmyndugleikarnir og onnur umboð fyri myndugleikarnar vóru komin umborð á SG Pegasus, og vórðu varug við, at skiparin bar seg undarliga at. Tað vísti seg skjótt, at hann hevði drukkið fleiri ferðir tað av alkoholi, sum loyvt er.

 

Endamálið hjá nýsælendsku myndugleikunum at revsa skiparan er at ávara um, at soleiðis gert tú ikki í nýsælendskum øki.

 

Kelda: The Global Seafarer