* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja svávulískoytið hjá Maersk hevur fingið ilt í alheims avskiparafelagið, GSF.

Avskiparar eru illir um svávulískoyti hjá Maersk

Alheimsfelagið fyri avskiparar eftirlýsir gjøgnumskygni í brennievnisískoytinum hjá Maersk Line. Søgan hevur lært okkum at vera illgrunasom, sigur aðalskrivarin.

 

Ábreiðslurnar koma frá alheims avskiparafelagnum, GSF (Global Shippers Forum). Kritikkurin kemur samstundis sum onnur feløg hava boðað frá líknandi átøkum sum Maersk Line, teirra millum CMA CGM og MSC.

 

Sambært aðalskrivaranum í GSF, James Hookham, verður roknað við, at avskiparar skulu gjalda ein part av rokningini fyri umhvørvisvinarliga flyting. Hann vísir bara á, at tað vantar gjøgnumskygni í háttinum, Maersk Line roknar sítt ískoyti út, tí tað ber ikki til hjá avskiparunum at finna útav, hvussu tað verður roknað út.

 

“Søgan sigur okkum avskiparum, at tá tað kemur til ískoyti eru vit av natúr mistonksom um tað, sum reiðarar kalla “fair, transparent og greitt,” sigur James Hookham.

 

“Tað kann væl vera, at hesi nýggju ískoytini snúgva seg um brennievni við lágsvávulinnihaldi, men fyri okkum stinkar hetta kortini,” sigur hann.

 

Kelda: Søfart