* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Avstralia sendir hjálp til Sálomonoyggjar

Avstralia ger nú sítt til at forða fyri, at ein oljuleki frá strandaða farmaskipinum, Solomon Trader, mennist til eina umhvørvisvanlukku í einum av heimsarvunum hjá UNESCO við Sálomonoyggjar í Kyrrahavinum.

 

Avstralski uttanríkisráðharrin, Marise Payne, sigur, at Avstralia fer at senda skip, útgerð og serfrøðingar til Sálomonoyggjar at hjálpa myndugleikunum á staðnum at forða fyri, at avleiðingarnar av strandaða skipinum mennast til eina veruliga umhvørvisvanlukku.

 

Longu nú eru 75 tons av brennievni likin úr skipinum, og hildið verður, at 600 tons av olju enn eru eftir í skipinum.

 

Salomon Trader, sum King Trader í Hong Kong eigur, er 74.000 DWT stórt.

 

Tað eru lokalu myndugleikarnir, sum hava biðið Avstralia um hjálp, tí hvørki reiðaríið ella tryggingarfelagið hjá reiðarínum, hava rætt hond frá síðu eftir at skipið strandaði.

 

Kelda: Maritime Danmark