* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Avtala tryggjar arbeiði hjá havnaarbeiðarum

Lasting og lossing av skipum skal ikki longur gerast av sjófólkum, men av havnaarbeiðarum. Tað staðfestir ein nýggj avtala millum altjóða flutningsarbeiðarafelagið ITF og arbeiðsgevarar í altjóða høpi.

Tað er ikki minst festing av góðsi, so tað ikki koppar í ringum sjógvi, sum í støðugt vaksandi mun er yvirtikin ofta av undirløntum filippinskum sjómonnum, skrivar danska fakblaðið 3F. Men hetta verður nú steðgað við nýggju avtaluni.

“Havnaarbeiðarar hava altíð verið fakligi vøddin, ið kundi syrgja fyri, at skipini vórðu fevnd av sáttmála. Men ávirkan teirra er vorðin minni og minni í takt við, at arbeiðsuppgávurnar eru horvnar. ITF hevur í fleiri ár arbeitt við, at havnaarbeiðararnir fáa arbeiðsuppgávur sínar aftur,” sigur samráðingarskrivarin í flutningsbólkinum hjá 3F, Karsten Kristensen, og heldur fram:

“Hetta er nú eydnast, og hetta er ein stórsigur. Sjófólkini hava stuðlað kravinum hjá havnaarbeiðarunum, og avtalan ber í sær, at havnaarbeiðararnir í Danmark og restini av heiminum fáa arbeiðið aftur,” sigur Karsten Kristensen.

Við tað at stórur munur er á lønini hjá fillippinskum sjómonnum og donsku havnaarbeiðarum, snýr tað seg sambært Karsten Kristensen eisini um at “mótarbeiða sosialari dumping og misbrúki av undirløntari bíligari arbeiðsmegi til arbeiði í havnunum”. 

Kelda: Fagbladet 3F