* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bachelor-útbúgving í maskinfrøði eftir summarfrítíðina

Føroyski maskinfrøði-bachelorurin er eindømi í ríkinum og gevur beinleiðis atgongd til víðari lestur á Danmarks Tekniske Universitet. Bachelor-útbúgvingin byrjar eftir summarfrítíðina. Tað skrivar Maskinmeistarin í seinastu útgávuni.

 

Í seinastu útgávu síni skrivar Maskinmeistarin, sum er fakblaðið hjá føroyskum maskinmeistarum, um nýggju bachelor-útbúgvingina í maskinfrøði, og sambært blaðnum byrja fyrstu næmingarnir á útbúgvingini eftir summarfrítíðina.

 

Sambært Maskinmeistaranum er talan um eina útbúgving, sum er eitt eindømi í ríkinum.

 

Onkunstaðni ber til at lesa víðari til professións-bachelor, sum tað kallast, men bert í Føroyum ber nú til at fara beinleiðis frá maskinmeistaraútbúgvingini at taka ein akademiskan bachelor, skrivar blaðið.

 

Akademiski bachelorurin gevur atgongd til víðari kandidat- og p.hd-lestur á Danmarks Tekniska Universiteti, skrivar Maskinmeistarin.