* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Italska ferjan, Moby Wonder, sum DFDS ætlaði at keypa, men sum varð av ongum.

Bankin hjá Moby Line forðaði avtalu við DFDS

Italski stórbankin, Uni Credit, noktaði at vera við í ætlanini hjá Moby Line at veita DFDS skuldafríar ferjur, og tískil datt handilin teirra millum á gólvið.

 

Uni Credit S.p.A. forðaði sostatt fyri, at DFDS kundi keypa tær báðar ro/pax-ferjurnar, Moby Wonder og Moby Aki.

 

Við í handlinum vóru annars eisini tær báðar núverandi ferjurnar millum Amsterdam og Newcastle, King Seaways og Princess Seaways, sum Moby Line hinvegin skuldi yvirtaka.

 

Avtalan skuldi annars gjøgnumførast um miðjan oktober í ár.

 

Baird Maritime skrivar, at stórbankin, Uni Credit, ivaleyst hevur viljað havt Moby Line at gjalda realkreditlán hjá bankanum út, og her er onkur ósemja verið millum reiðaríið og bankan.

 

Kelda: Baird Maritime