* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bardagar í Irak fáa oljuprísin at hækka

Síðani mánamorgunin er oljuprísurin hækkaður, og hann er fleiri ferðir farin upp um 58 dollarar fatið. Prísurin er hækkaður við 1,5 prosentum upp í 58,03 dollarar.

 

- Tað er hægsta prísstigið seinastu tríggjar vikurnar, skriva NRK og e24.no.

 

Greinarar peika á tvær grundir til hækkaða oljuprísin. Mest sannlíka orsøkin eru bardagarnir millum irakiskar herdeildir og kurdar nærindis Kirkuk.

 

Norðurirak er ein avgerandi oljuframleiðari, og bara minsti óttin fyri at forðingar verða settar fyri oljuflutningin úr økinum, kann ávirka oljuprísin á alheims marknaðinum, skrivar Yahoo finance.

 

Hin orsøkin verður søgd at vera viðmerkingarnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um kjarnorkuavtaluna við Iran. Líkt er til, at marknaðurin er bangin fyri, hvat fer at henda, og tískil roynir marknaðurin longu nú at tryggja seg.

 

Í USA er prísurin á gassolju eisini hækkaður. Prísurin er komin upp í 52,15 dollarar fyri fatið ella ein hækking upp á 1,46 prosent.

 

Kelda: E24, Marketwatch, NRK og Yahoo finance