* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norskt rannsóknarskip í Barentshavinum.

Barentshavið verður kaldari - ísbrúgvin flytir seg suðureftir

- Okkara eftirlit vísir, at hitin í Barentshavinum er lækkaður seinastu fimm árini, sigur HI-granskarin, Randi Ingvaldsen.

 

HI í Noregi hevur kannað hitan í Barentshavinum í meira enn 70 ár.

 

- Hitin í útsynningspartinum er á umleið sama stigi sum tíliga í 2000-árunum, sigur Randi Ingvaldsen.

 

Havveðurlagið í Barentshavinum er í stóran mun ávirkað av heita atlantshavs-streyminum, sum kemur av vestri.

 

- Barentshavið er vorðið kaldari, tí sjógvurin, sum kemur inn móti norska atlantshavs-streyminum, og sum er framhald av Golfstreyminum, hevur verið kaldari, greiðir Ingvaldsen frá.

 

Hvussu nógur heitur sjógvur streymar inn í Barentshavið, valdast hvussu nógvur ísur er í tí havøkinum.

 

Ísbrúgvin hevur flutt seg suðureftir síðan 2016.

 

- Tá minni hiti er komin í øki, er mongdin av ísi vaksin. Men tað eru eisini aðrar kreftir, ið stýra hesum. Kanturin á ísinum broytist eisini alt eftir hvussu nógvur ísur kemur inn av norði og eystri, av ættini og um ísurin smeltar ella frystir, sigur hon.

 

Hvar ísbrúgvin er, broytist altso fyri hvørji 10 ár, frá ári til ár, og eisini frá degi til dags.

 

Kelda: Skipsrevyen