* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Barging krevur 1 km long sleipitog

Bjargingin av farmaskipinum MV Glory Amsterdam, sum fór á land í illveðri sunnumorgunin tveir kilometrar úr norðurtýsku oynni Langeoog, er darvað av, at skipið stendur so grunt, at sleipibátar ikki sleppa til tað.

Áðrenn farast kann undir næstu bjargingarroyndina, skal meiri útgerð fáast til staðið, sum t.d. upp til 1000 metrar long sleipitog, tí sleipibátarnir ikki sleppa nóg tætt til skipið, sum stendur á 5 metra dýpi.

Sostatt verður ikki roknað við, at nøkur roynd verður gjørd at toga tað 225 metrar langa skipið leyst aftur fyrrenn um vikuskiftið. Ímeðan verður millum annað barlastvatn pumpað úr skipinum fyri at fáa tað at lætna.

Skipið hevur eisini 1800 tons av tungari bunkringarolju og 140 tons av marinudiesel umborð, men ætlanin er ikki at tøma oljuna úr skipinum áðrenn bjargingina.

Skaðanevndin hevur saman við bjargingarfyritøkuni og serfrøðingum gjørt eina váðameting sum vísir, at tað hevði verið vandamiklari at flutt oljuna enn at lata hana verða umborð. Fyribils er ongin oljuleki komin frá skipinum.

Manningin, ið telur 22 mans, er framvegis umborð á skipinum saman við fýra meðarbeiðarum frá bjargingarfyritøkuni.

Kelda: maritimedanmark.dk