* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Barlastavatnsáttmálin framvegis óavgreiddur

Her miðskeiðis í apríl 2014 eru framvegis ikki útlit til, at barlastavatnsáttmálin verður settur í gildi í bræði. Hann skal góðkennast av minst 30 londum, sum í minsta lagi skulu hava skrásett 35 prosent av heimshandilsflota tonnasjuni. Tá tað er vorðið veruleiki, kemur sáttmálin í gildi eftir 12 mánaðir. Men framvegis vanta fimm prosent av bruttotonnasju.

Tingast verður miðvíst í IMO um vegleiðingar og mannagongdir, ið tryggja ígildissetan av sáttmálanum. Tingingarnar snúgva seg millum annað um at áseta, nær nýbygningar skulu hava útgerðina umborð, nær hon skal setast í verandi skip, og hvussu útgerð til reinsing av barlastavatni skal týpugóðkennast.

Viðvíkjandi týpugóðkenningini er framvegis ósemja í umhvørvisnevndini hjá IMO á hesum øki. Ein annar óavgreiddur spurningur snýr seg um støðurnar, har eitt skip er undantikið frá sáttmálanum, tí tað vanliga siglur í innanlandssigling, men hendingaferð er í millumlandasigling. 

Líkt er til, at semja fæst um, at eitt nú installatiónsfør, ið seta sjóvindmyllur upp, verða umfatað av undantaksreglunum í sáttmálanum. 

Danmark góðkendi barlastavatnsáttmálan í september 2012. 

Kelda: Søfartens Ledere