* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fríggjadagin vórðu bátaflóttarnir á Maersk Etienne tiknir umborð á ein NGO-bát.

Við eini ferð upp á 12,3 míl hevði Maersk Etienne leygardagin kós móti Gibraltar. Tað hendi, eftir at teir 27 bátaflóttarnir, sum hava verið umborð í meira enn ein mánað, fríggjadagin vórðu tiknir umborð á eitt NGO-skip.

 

“Tað er ein lætti, og vit eru takksom,” sigur Tommy Thomassen, maskinmeistari á Maersk Etienne.

 

“Nú fáa flóttafólkini endiliga læknaligu viðgerðina, tey hava brúk fyri, og vit kunnu hald fram við okkara arbeiði, sigur Tommy Thomassen.

 

Tað var, eftir at eitt læknalið frá NGO-felagsskapinum, Mediterranea Saving Humans, hevði verið umborð á Maersk Etienne fríggjadagin og kannaði flóttafólkini, sum høvdu verið umborð síðan 5. august, at avgjørt varð at taka tey við í land.

 

Maersk Etienne, sum Maersk Tankers eigur, tók flóttafólkini umborð, men myndugleikarnir á Malta noktaðu at geva danska skipinum loyvið at lata tey sleppa í land. Hetta hóast tað júst vóru maltesisku myndugleikarnir, ið heittu á Maersk Etienne at taka flóttafólkini umborð av einum lítlum og lívshættislium báti.

 

Maersk Etienne kemur væntandi til Gibraltar í morgin, týsdagin.


Seinsat frættist, var NGO-báturin við flóttunum komin í itlaska havn, og tveir av flóttunum, ein kona, sum er upp á vegin, og maður hennara, eru sloppin í land av heilsuávum.

 

Kelda: Maritime Danmark