
Bátastevnan í Vestmanna
Bátastevna verður í Vestmanna vikuskiftið 24.- 25. mai. Skipað verður fyri nógvum ymiskum tiltøkum fyri børn, ung og vaksin á Bátastevnuni.
M.a. verða tiltøk fyri børn har BUBU og Kular Røtur undirhalda. Eik banki hevur BASSA tiltak á keiøkinum. Fríggjadagin 24. mai verður langteinskappróður.
Stóra -tjaldið, sum er kent frá Summarfestivalinum, verður sett upp á keiøkinum. Fríggjakvøldið 24. mai verður rimmar konsert í tjaldinum við m.ø. Evy Tausen og Martin Joensen.
Leygardagin 25. mai siglir allur bátaflotin av Fútakletti kl. 14.30 inn á Vestmanna. Borðreitt verður við suppu o.ø. góðum afturvið í tjaldinum.
Í Hvonn-tjaldinum fáast teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. til matna.
Skipað verður fyri mini-tivoli og tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini leygardagin frá kl. 16.00.
Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin í Stóra-tjaldinum á kei-økinum, har so kendir bólkar sum Countrybólkurin úr Klaksvík og Kim Hansen band, spæla til dans.
Bátastevnan í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarnu árini. Økið rundan um keiina verður innihegnað, og neyðugt verður at keypa atgongumerki fyri at sleppa inn á økið. Atgongumerki gevur atgongd til øll tiltøkini, íroknað suppuna, sum eru á økinum báðar dagarnar meðan Bátastevnan er.
Kostnaður fyri atgongumerki í forsølu:
Børn undir 5 ár: Ókeypis
Børn 6-12 ár: Kr. 100,- (kr. 120 við dyrnar)
Børn yvir 13 ár og vaksin: Kr. 200,- (kr. 250 við dyrnar)
kelda: eystportal.fo / Asbjørn Jacobsen