* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Battaríhybridferja sparir nógv brennievni

Í Skotlandi eru royndir gjørdar við ferjuni MV Hallaig, sum vístu brennievnissparingar upp á 38 prosent. Samanberingin er gjørd við støði í battaríhybridrakstri í tvær vikur og tvær vikur við reinari dieselelektriskari framdrift.

Úrslitið er nógv betri enn tey 20 prosentini, ið vóru málið, tá ferjan varð bíløgd í 2011.

Ferjan, ið kann taka 150 ferðafólk og 23 bilar og siglir á rutuni millum Sconser og Raasay, er útgjørd við eini battaríhybrid-framdriftsskipan. MV Hallaig er bygd á skipasmiðjuni Ferguson Shipbuilders í Glasgow og latin eigarunum í 2013. 

Ein nærri greining av testdáta vísir, at sparingin lutvíst kemur frá løðing av battaríunum um náttina og lutvíst frá skynsamari nýtslu av battaríunum, tá ferjan er í sigling. 

Eigari av skipinum, ið er 43,5 metrar langt og 12,2 metrar breitt, er almenna skotska felagið Caledonian Maritime Assets Limited og verður rikið av Caledonian MacBrayne. 

Kelda: Teknisk Ukeblad