* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd frá einari aðrari bátsvanlukku út fyri libya.

Bátur gingin burtur: Leitað verður eftir 116 flóttafólkum

Ein timburbátur við 300 flóttafólkum umborð er sambært ST gingin burtur út fyri Libya, og í minsta lagi 116 teirra eru ikki komin afturíaftur.

 

Ein talsmaður fyri libyska flotan, Ayoub Qassem, sigur við Reuters, at 132 eru bjargað í land eftir at báturin sakk.

 

Burturgingni báturin, sum var smíðaður úr timbri, fór úr Komas í Libya, einar 120 kilometrar eystanfyri høvuðsstaðin, Tripoli. Økið verður nógv nýtt sum avskipingarøki til flóttafólk, sum royna at koma sær til Evropa.

 

Sambært flóttafólkastovninum hjá ST, UNCHR, vóru umleið 300 fólk umbor á bátinum. Enn er ógreitt, um eitt ella tvey skip hava verið við í skipsvanlukkuni.

 

Sum skilst vóru tað fiskimenn á staðnum, sum bjargaðu fólki úr sjónum. Síðani hevur libyska sjóverjan siglt tey aftur til lands í Libya.

 

Hetta sær út at vera størsta vanlukkan av sínum slag í Miðjarðarhavinum í ár.

 

Kelda: Søfart/ritzau/Reuters