* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Supramax-skipið, Belocean.

Belships, sum er skrásett á keypsskálanum í Oslo, hevur gjørt avtalu um at selja turrlastskipið, Belocean. Tað lækkar miðalaldurin hjá flota teirra. Enn er ógreitt, hvør keyparin er.

 

Supramax-skipið, sum tekur 58.000 tonds deyðvekt, varð smíðað í 2011, og tað er elsta skipið í flotanum hjá Belships. Roknað verður við, at skipið verður latið nýggju eigarunum í februar 2022, boðar felagið frá.

 

Skipið liggur í løtuni fyri akker í Mumbai.

 

Tá skipið er latið nýggju eigarunuum, kann Belships realisera eitt avlop upp á 5,6 milliónir dollarar fyrsta ársfjórðing í 2022. Mett verður, at samlaða avlopið hjá felagnum verður 13 milliónir dollarar, eftir at felagið hevur goldið útistandandi lán.

 

Eftir søluna hevur felagið, sum Frode Teigen eigur meirilutan í, 27 supramax og ultramaxskip, sum í miðal eru fýra ára gomul.

 

Kelda: Finansavisen