* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ben Arabo nýggjur stjóri í Betri samtakinum

Ben Arabo er í dag settur sum nýggjur samtaksstjóri í Betri samtakinum.

Tað boðar samtakið frá í tíðindaskrivi.

Hetta hendir samstundis sum Atlantic Petroleum boðar frá, at 44 ára gamli Ben Arabo er farin úr starvinum sum stjóri har, eftir at hava røkt hetta starvið síðani 2010.

Ben Arabo verður eisini vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón.

Aðrar nýggjar stjórar

Betri hevur eisini sett aðrar stjórar í dag.

Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum.

Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.

Redaktiónin