* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bergen Group skal viðlíkahalda søguliga skútu

Bergen Group hevur fingið sáttmála um viðlíkahald og uppstigan av 103 ára gamla norska seglskipinum Statsraad Lehmkuhl.

Uppgávan er tillutað í sambandi við eina 10-ára klassing av skipinum. Hetta hevur við sær eitt drúgt uppihald í eini turrdokk í vetur.

Bergen Group hevur harumframt gjørt eina fimmára rammuavtalu við grunnin Statsraad Lehmkuhl um framtíðar viðlíkahald og uppstigan av søguliga skipinum, skrivar felagið í eini fráboðan til keypskálan í Oslo.

Møguleiki er at leingja avtaluna við fýra árum aftrat. Onki verður nevnt um, hvussu stórt virðið ´krónum og oyrum avtalan hevur fyri Bergen Group.

Kelda: e24.no