* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bert hernaðarátøk kunnu tryggja Guinea-víkina

Tað er lætt at tryggja Guinea-víkina hernaðarliga, sigur leiðarin fyri sjóvinnutrygd í Bimco, sum er eitt av heimsins størstu reiðarafeløgum.

 

Um gongdin við støðugt fleiri sjórænaraálopum í Guinea-víkini skal vendast, má altjóða samfelagið hjálpa við herskipum og flogførum.

 

Tað metir leiðarin  fyri sjóvinnutrygd í Bimco, Jakob P. Larsen. Útsøgnin kemur eftir eina frágreiðing hjá International Maritime Bureay, sum sigur frá 201 álopum í vesturafrikanskum sjóøki í 2018. Í 2017 var talið 180 og í 2016 var talið av álopum 191.

 

Frágreiðingin vísir samstundis, at álopini eru vorðin harðrendari seinastu tíðina. Bara seinasta ársfjórðing í 2018 vórðu sjófólk rænd í 41 førum.

 

- Fyri at siga sum er vænti eg ikki, at støðan batnar fyrr enn altjóða samfelagið traðkar til við herskipum og hernaðarflogførum- og tyrlum, sigur Jakob P. Larsen.

 

Hann heldur tað ikki vera nakra trupla uppgávu at betra støðuna við hermegi, tí tað er roynt fyrr við góðum úrslitum.

 

- Í veruleikanum er talan um vilja. Um lokalu myndugleikarnir veruliga vilja gera nakað við trupulleikan saman við hermegi frá altjóða samfelagnum, so kann hetta loysast, sigur Jakob P. Larsen.

 

Kelda: Søfart