* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Betra trygdina uppaftur meira í Fujairah

Norska sjófartsumsitingin hækkar nú trygdarstigið fyri norsk skip í økinum kring havnarbýin, Fujairah, sum liggur í Omanvíkini.

 

Hetta veður gjørt, eftir at eitt norskt skip var fyri tí, sum minnir um herverk.

 

Trygdarstigið er farið úr ISPS1 upp í ISPS2. Tað merkir, at hækkaða trygdarstigið skal vara so leingi, sum vandi er fyri, at trygdin verður hótt.

 

Grundgevingin fyri at hækka trygdarstigið er, at tað er ógreitt, hvat tað var, sum hendi, og tí er rætt at hækkaða trygdin varir eina tíð fyribils – ella so leingi mett verður, at vandi er á ferð fyri norsk skip í umráðnum.

 

Norska reiðarafelagið sigur, at felagið fer at gera sítt til at avmerkja ítøkiliga, hvar í økinum, skip kunnu sigla.


Kelda: Skipsrevyen