* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Betri marknaður fyri akkerhandfaringarskip

Mongu arbeiðsleysu akkerhandfaringarskipini í Norðsjónum hava kostað reiðaríunum dýrt, men nú er endiliga ein bati á marknaðinum, ið hvussu er á bretska landgrunninum, har leigugjøldini fyri fyrstu ferð í ár fara upp um støðið í fjør. Seinastu avtalurnar eru gjørdar fyri ein dagsprís upp á 50.000 ensk pund.

”Orsøkin er, at nógvir eftirspurningar og flytingar av pallum hava verið um somu tíð”, sigur skipsmeklarin Gøran Røstad hjá Westshore Shipbrokers við Sysla Maritim.

Støðan hevur broytt seg skjótt. Í juli lá miðal dagsprísurin á bretska landgrunninum fyri stórar AHTarar upp á 30.000 pund, í juni heilt niðri á 10.000 pundum.

Tað er ikki óvanligt, at gjøldini hækka hesa tíðina á árinum. Fleiri AHTarar hava projektarbeiði um summarið, og hetta hevur avbjóðingar við sær á marknaðinum, tá pallar samtíðis skulu flytast.

Gøran Røstad væntar, at gjøldini fara at halda seg á núverandi støði í nakrar vikur. Avgerandi fyri, um støðið heldur seg upp aftur longri, veldst um, um reiðaríini - orsakað av betri gjøldum - velja at loysa akkerhandfaringarskipini, sum liggja fyri teym í løtuni. Tað fer at økja útboðið og lækka prísirnar.

AHT gjøldini á norska landgrunninum eru ikki nær námind so høg sum tey bretsku. Tey liggja beint nú um 17.000 pund.

Kelda: Offshore support Journal