* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Biðja ráðharra staðfesta null-útlát frá 2026

Kravið um null-útlát á firðunum fyri heimsarv skuldi eftir ætlan galda frá 2026. Nu mælir norska Sjófartsstýrið til at leingja freistina til 2030.

 

Stórtingið samtykti fyri tveimum árum síðani, at eitt ferðamannaskip, sum siglir inn í teir fimm norsku firðirnar fyri heimsarv, skuldu steðga øllum útláti frá 1. januar 2026.

 

Í nýggju metingini, sum er send Veðurlags- og umhvørvisráðnum, mælir Sjófartsstýrið til at leingja tíðarfreistina til 2030. Tað varð gjørt eftir eina gjølliga gjøgnumgongd av frágreiðingini “Nullutslipp i 2026 for skip í verdensarvfjordene”, sum DNV-GL hevur gjørt eftir áheitan frá Sjófartsstýrinum.

 

Sambært stýrinum vísir frágreiðingin, at tað í dag finnast null-útlátsloysnir til smærri skip, men at ongar praktiskar loysnir eru í løtuni til, sum tú kanst seta umborð á reikferðaskipini áðrenn 2026.

 

“Bara at áseta null-útlát fyri smærru skipini hevði ført til, at munur varð gjørdur at ymsu skipasløgunum, sigur Bjørn E. Pedersen, deildarleiðari í norska Sjófartsstýrinum.

 

Kelda: Skipsrevyen