* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mercedes-Benz ger nú sina skipan, sum ber í sær, at bilurin sendir tær sina sms-fráboðan, um bilurin verður árendur, tá tú ikki sjálvur ert hjástaddur.

Bilar slatra um parkeringsbuglur

Fleiri hava roynt tað: At fáa buglur á bilin, meðan hann stendur parkeraður, og ongin sigur frá. So stendur tú har sum Kánus, tí tú kanska ikki ansar hesum fyrr enn fleiri dagar seinni.

 

Nøkur teirra, sum eru so óheppin at gera bugluna, siga frá. Tey leggja til dømis ein seðil undir viskaran við navni og telefonnummari. Men øll gera ikki tað.

 

Sum fyrsti bilaframleiðarin hevur Mercedes-Bens nú gjørt eina skipan, sum ber í sær, at bilurin slatrar til tín, um onkur hevur gjørt eina buglu í bilin, um tú ikki ert hjástaddur. Hendir tað, ja, so sendir bilurin í stundini boð á fartelefonina um hendingina.

 

Skipanin er av sovorðnum slag, sum er góð at hava, men sum tú ongantíð vónar at fáa brúk fyri.

 

Kelda: FDM