* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska felagið, Kolumbus, og skipasmiðjan, Fjellstrand, hava undirskrivað sáttmála um heimsins fyrstu fult ravmagniseraðu ferjuna ella skundbátin. Ætlanin er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum hjá Kolumbus at minka um veðurlaðsgassir í ferðafólkaflutninginum hjá felagnum.

 

Gjøgnum Horizon 2020-ætlanina hjá ES hevur TrAM-ætlanin (Transport – Advanced and Modular), sum Kolumbus er leiðari av, fingið stuðul at menna nýggj snið og nýggjar hættir at framleiða  ferðafólkaskip- og bátar við nullútláti. Endamálið er at minka íløgukostnaðin og leveringstíðina á framtíðar nullútlátsskipum í innanskerðs ferðafólkaferðslu, verður sagt í tíðindabrævi.

 

Politikarar í Rogaland fylkiskommunu hava samtykt at partsfíggja nýggja ravlaðs skundbátin.

 

Í løtuni hevur Kolumbus tíggju sonevndar skundbátar í sigling. CO2-útlátið frá hesum bátum er á leið tað sama sum frá øllum teimum umleið 450 bussunum, sum koyra til og frá hesum somu skundbátunum. Hetta vísir, at tað er heilt avgerandi við nullútláts tøkni fyri skundbátar.

 

- Tað er ein avbjóðing at smíða skundbátar, sum skulu hava ein ferð millum 20 og 30 míl. Hesir bátarnir eru orkukrevjandi, og tí er tað neyðugt, at allir partar arbeiða væl saman, sigur samskiftisleiðarin í Kolumbus, Grethe Skundberg.

 

Skundbáturin verður smíðaður í aluminium.

 

Kelda: Skipsrevyen