
Norska reiðaríið, Høegh Autoliners, hevur bílagt fýra bilaflutningsskip, sum kunnu sigla upp á ammoniakk og flyta 9.100 bilar.
Tað skal vera størri, og tað skal vera grønari.
Norska ser-reiðaríið, Høegh Autoliners, hevur júst bílagt fýra av higartil størstu bilaflutningsskipunum á China Merchants Heavy Industry. Umframt at vera størstu skipini yvirhøvur av sínum slag, koma skipini eisini at sigla við kolevnisnevtralum ammoniakki sum brennievni.
Hetta er partur av royndini hjá reiðarínum at vera CO2-nevtralt í 2040.
Skipini vera í einum nýggjum flokki, róptur Aurora-flokkurin, við einum kapasiteti upp 9.100 bilar.
Tvey tey fyrstu skipini verða útgjørd við ravløðum og sólsellum og verða handað seinna hálvár í 2024. Árið eftir verða hini bæði skipini handað.
Skipini verða útgjørd við MAN Energy Solutions multifuel høvuðsmoturum, sum kunnu koyra upp á fleiri sløg av brennievnum sum LNG og diesel og eru gjørdir klárir at leggja um til ammoniakk ella metanol.
Kelda: Søfart