* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spildurnýggj 136 metrar long farmaskip, sum eisini skulu rekast vi vindmegi, skulu ferma nýggjar bilar hjá bilaframleiðaranum, Renault, frá 2021 millum Frakland, USA og Kanada.

Bilaframleiðari ætlar at nýta ro/ro-skip við seglum

Tvey 136 metrar long ro/ro-skip við seglum skulu gera sítt til at lækka CO2-útlátið í bilaflutninginum hjá franska bilaframleiðaranum, Renault.

 

Renault satsar uppá vindmegi í royindini at lækka CO2-útlátið. Í einari avtalu við nýggja franska shippingfelagið, Neoline, ætlar Renault at lata smíða tvey 136 metrar long ro/ro-skip, sum eisini skulu hava segl. Skipið skal flyta bilar frá 2021 á rutuni millum Saint-Nazaire í Fraklandi, USA og Kanada.

 

Roknað verður við, at tað fer at minka CO2-útlátið við 90 prosentum í mun til flutning við vanligum farmaskipum.

 

- Vit fegnast um, at Groupe Renault vil verða ein lyklaspælari í royndunum at minka CO2-útlátið á heimsins høvum, sigur stjórin Neoline, Jean Zanuttini.

 

Kelda: Søfart