* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bilreiðarí, sum Maersk eigur meira enn triðingin í, gav stórt hall í 2017. Men forstjórin væntar betri tíðir.

Bilreiðarí hjá Maersk hevur milliónahall

Höegh Autoliners, sum A.P. Møller-Maersk eigur meira enn ein triðing av, hevði stórt milliónahall í donskum krónum í 2017, skrivar norska blaðið, Finansavisen. Forstjórin væntar, at reiðaríið skjótt fær eina “vakrari botnlinju”, skrivar blaðið.

 

Norska Finansavisen skrivar, at hallið hjá norska reiðaríðnum var uppá 158 milliónir danskar krónur. Í 2016 hevði reiðaríið eitt hall uppá 223,5 milliónir dollarar ella 1,4 milliardir danskar krónur. Tá ávirkaði ein stór niðurskriving av flotanum eisini roknskapin.

 

Forstjórin í Höegh Autoliners, Ingrid Due-Gundersen, sigur, at reiðaríið hevur havt størri vøkstur enn onnur reiðarí á hesum marknaðinum. Men trýstið á flutningskostnaðin er stórt, tí kappingin er ógvuliga hørð, tá tað kemur til flutning av bilum og akførum.

 

“Vit hava minkað undirskotið munandi, og tað kunnu vit so fegnast um,” sigur Ingrid Due-Gundersen.

 

Höegh Autoliners hevur 55 roro-skip í flotanum. 

 

Tað er Höegh-familjan, sum umvegis Leif Höegh & Co. Holdings, ið eigur 61,25 prosent av felagnum. Restina eigur Maersk.

 

Kelda: ShippingWatch