* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

BIMCO stuðlar flotaverju við Hormuzsundið

Heimsins størsta shippingsamtak, BIMCO, sum hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, stuðlar amerikonsku royndunum at byggja upp eina samgongu, sum skal tryggja altjóða skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið.

 

- Alt, sum kann vera við til at betra trygdina í økinum her og nú, stuðla vit, sigur Jakob Larsen, trygdarleiðari í BIMCO, við Lloyds list.

 

Spenta støðan við Hormuzsundið øktist uppaftur meira mikudagin, tá ið iransk skip royndu at noyða eitt bretskt tangaskip at fara úr altjóða sjógvi og inn í iranskt sjóøki.

 

Sonevndu “revolusjónsgardistarnir” góvust ikki á hendur fyrr enn ein bretsk fregatt vendi vápnunum ímóti teimum, og góðu teimum greið boð um at fara burtur frá bretska tangaskipinum.

 

Amerikonsku myndugleikarnir upplýsa, at arbeiðtt verður við at fáa sett á stovn eina altjóða samgongu, sum skal tryggja altjóða skipaferðsluna í økinum. Amerikanarar bjóða sær eisini til at samskipa tað arbeiðið.

 

Kelda: Maritime Danmark