* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjumarknaðurin hevur kós móti eini harðari lending, eftir ár við methøgum inntøkum. Farnu viku fall leiðandi indikatorin SCFI 10,4 prosent, og er sostatt fallin 59 prosent síðan seinasta nýggjár.

 

Greinarar rokan við, at fallið fer at verða upp aftur størri.

 

 - Vit byrja at síggja eitt wake-up call til reiðaríini eftir eina tíð við høgum gjøldum, sigur Peter Sand, leiðandi danski greinarin í Xeneta.

 

Gjøldini liggja í løtuni um 4.472 dolarar fyri hvørt TEU.

 

At arbeiða ímóti, at gjøldini skulu halda fram at lækka, taka bingjureiðaríini kapasitet út av marknaðinum. Sambært Xeneta liggur útboðið á rutunum  millum Asia og amerikonsku vesturstrondina nú 13 prosent lægri, enn fyri einari viku síðani.

 

Kelda: Maritimedanmark