* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
X-Press Mekong er leigað út fyr 1.135.617 krónur um dagin.

Bingjugjøldini farin á himmalferð

Leiguprísirnir fyri at leiga bingjuskip ganga amokk í hesum døgum.

 

Bingjuskipið “X-Press Mekong” er leigað í 50 dagar fyri einki minni enn 175.000 dollarar um dagin, tað eru 1.135.617 krónur um dagin. Hetta er hægsti prísurin, nakar veit um fyri eitt bingjuskip á hesari støddini. X-Press Mekong tekur 2.756 standardbingjur (TEU).

 

Tað skrivar Splash247.com.

 

Millum aðrar leigusáttmálar, sum fólk í vinnuni hava lagt merki til, er ein leigusáttmáli, sum er gjørdur við bingjuskipið “Messina”, sum er 2.452 TEU stórt. Tað varð leigað fyri 80.000 dollarar, eitt sindur meira enn hálva millión krónur um dagin, í 12 mánaðir.

 

- Hesin kostnaðurin er avgjørt methøgur fyri eit skip á hesum støðinum, og sum er í tí aldrinum, tað er, nevniliga fyri eitt 25 ára gamalt skip, skrivar greiningarfyritøkan, Alphaliner.

 

Haraftrart siga óváttað tíðindi, at eitt Panamax-skip er leigað út í styttri tíð fyri 230.000 dollarar – ella umleið hálvaaðru millión krónur.

 

Kelda: Søfart og Splash247.com