* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjugjøldini halda fram við at falla

Kostnaðurin fyri at senda góðs við bingjum fall aftur í síðstu viku.

Fimtu vikuna á rað fall SCFI-indeksið, ið er samansett av prísinum fyri at senda eina bingju úr Shanghai til 14 ymisk støð kring heimin.

Í síðstu viku var fallið upp á 5,6 pst. Rutan til Evropa, sum vektar 20 pst. í indeksinum, fall við 7,9 pst.

Sostatt er SCFI-indeksið nú niðri á 729,49 stigum ímóti 883,59 stigum fyri fimm vikum síðani.

Kelda: soefart.dk