* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nógvar farmarutur eru- og verða avlýsta í hesum døgum.

Bingjureiðarí avlýsa rutur heilt til heystar

Innflutningurin til Evropa við bingjum fall við 20 prosentum í apríl, og reiðarí síggja ongan bata í bræði.

 

Tað skrivar Søfart.

 

Hóast koronafarsóttin sær út at vera avtakandi í nógvum londum í Vesturheiminum, bendir alt á, at bingjureiðarí halda fram at avlýsa rutur langt inn í komandi heyst. Serliga úr Asia og til restina av heiminum verða rutur avlýstar.

 

Higartil í 3. ársfjórðingi í ár eru 75 farleiðir úr Asia avlýstar. Tað snýr seg millum annað um Mærsk og samstarvsfelagan, 2M, sum hava avlýst AE2/Swan- og AE20/Dragon-ruturnar bæði í juli, august og september. Tað merkir, at bara her vera 22 prosent av rutunum avlýstar.

 

Ímeðan hevur The Alliance minkað sín kapasitet í Asia-Norðurevropa við 28 prosentum í 3. ársfjórðingi í ár.

 

Nógvu avlýsingarnar koma í kjalarvørrinum á einari tíð, har talið av fluttum bingjum er fallið nógv, og har samlaða bingjutonnasjan ongantíð hevur verið hægri.

 

Í apríl vóru flutt 16,9 prosent færri bingjur enn somu tíð í fjør. Av hesum 16,9 prosentunum minkaði innflutningurin til Evropa 20 prosent, til USA 17 prosent, og til Miðeystur fall innflutningurin við 25 prosentum.

 

Kelda: Søfart