
Størsta bingjureiðaríið í heiminum, MSC, broytir farðleið fyri at halda seg burtur frá hóttum bláhvalum út fyri Sri Lanka.
Reiðaríið vil verja bláhvalir og annan hval, sum livir í sjóøkinum út fyri Sri Lanka við at broyta kósina samsvarandi ráðum frá granskarum og øðrum lyklafólkum í sjóferðsluni.
MSC byrjaði miðskeiðis í 2022 at broyta kósina hjá skipum sínum, sum sigla fram við Sri Lanka – einar 15 fjórðingar sunnan fyri kósina, sum handilsskip higartil hava nýtt.
MSC hevur ítøkiliga nýtt kós sum er grundað á granskingarúrslit, sum Altjóða Grunnurin fyri Djóravælferð (IFAW) saman við World Trade Institute (WTI), Biosphere Foundation, University of Ruhuna (Sri Lanka), Raja and the Whales og University of St. Andrews (UK), saman við World Wide Fund for Nature (WWF), eru komin til.
MSC mælir øðtum reiðaríum at sigla sunnanfyri almennu siglingarleiðina.
Kelda: Søfart