* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av risa bingjuskipunum.

Bingjuskip bíða í fleiri dagar at koma í havn: Ørskapur

Á alheims ráðstevnuni Global Maritime Environmental Congress í byrjanini av september, hevði skiparin, Wolfram Guntermann, ein brandrøðu um útlát og umhvørvi, og her vísti hann á ørskapin, at veldug skip liggja og bíða í dagar, áðrenn tey sleppa til bryggju at lossa.

 

Wolfram Guntermann vísti á, at stóru bingjuskipini er sniðgivin at sigla eini 24 til 25 míl.

 

- Tað er sum at liggja og koyra við speetaranum í botni í vinstru síðu á koyribrteytini á motorvegnum, og tá nýtir tú eina øðiliga rúgvu av brennievni, segði Wolfram Gunterman.

 

Hann vísti á at støðan er tann sama við stóru bingjuskipunum. Tey liggja og sigla við fullari ferð og brúka eina rúgvu av brenni og dálka illa, men tá tey koma í havn, sleppa tey ikki at bryggju.

 

- Hetta er ørskapur, segði Guntermann.

 

Í dag er Guntermann stjóri fyri umhvørvi- og skipaleiðslu í Hapag-Lloyd AG, og hendan dagin snúði evni seg um CO2-útlát.

 

- Eg haldi, at ein leið at ganga fyri at minka útlátið, er at stóru skipini fara at sigla við minni ferð, helt altso Wolfram Guntermann á ráðstevnuni.

 

Kelda: Ingeniøren


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=eYJzor2ERvs]
Tíggju tey størstu farmaskipini í heiminum í 2017 sambært hesum sjónbandinum.