* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tá skipið kom undir ein havnarkrana, fór hesin um koll, og brotnaði. Kranin við síðuna av fekk eisini stóran løst.

Bingjuskipið, OOCL Durban, oyðilegði tveir stórar ship-to-shore bingjukranar, tá tað skuldi flyta millum tvær bryggjur í taiwanesisku havnini, Kaohsiung, fríggjadagin.

 

Tá tað flutti, rakti 316 metrar langa bingjuskipið, sum onga last hevði júst tá, eitt annað bingjuskip, sum lá við bryggju.

 

Samanstoyturin hevði við sær, at hitt skipið, Yong Hung, varð trýst inn í ein krana, sum fór um koll og brotnaði. Hetta førdi so aftur við sær, at fyrri kranin kom undir ein annan krana, sum eisini fekk stóran skaða.

 

Sagt verður, at tveir kranaførarar seinni noyddust at fáa hjálp, at koma sær úr kranunum, men teir finga ongar løstir.

 

Kelda: Søfart



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=gLq9HApEjpk]
Sjónbandamyndir av óhappinum.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=gLdI-qc0Rl8]
Sjónbandamyndir úr einum øðrum sjónarhorni.