* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjuskip hjá Maersk Line rent á prám - 9 saknað

Bingjuskipið Mercosul Santos, sum Maersk Line rekur, rendi mikudagin á eitt fylgi av prámum, sum varð togað av einum sleipibáti á Amazon ánni í Brasilia. Níggju fólk eru saknað eftir óhappið.

Tað 210 metrar langa bingjuskipið var á veg niðan eftir Amazon ánni millum havnirnar Juruti og Obidios, tá tað av enn ókendum orsøkum rendi á eitt fylgi av prámum, sum ein sleipibátur hjá flutningsfyritøkuni Bertolini var í ferð við at toga eftir sær.

Sambært brasilska Grupo Portal Marítimo og sjóvinnuheimasíðuni Maritime Bulletin vóru tilsamans 11 fólk umborð á prámunum, tá óhappið hendi kl. 4.30 lokala tíð mikumorgunin. Níggju teirra eru framvegis ikki afturíaftur komin.

Sambært Martime Bulletin er ikki greitt, hvat hendi við sleipibátinum, meðan sjey av teimum tilsamans níggju prámunum sambært Portal Maritimo rivu seg leysan og teir báðir síðstu endaðu undir bógnum á skipinum.

Maersk Line hevur í fleiri ár átt brasilska reiðaríið Mercosul Line, men tað skal nú seljast til CMA CGM eftir kravi frá kappingarmyndugleikunum, eftir at Maersk Line hevur keypt Hamburg Süd, sum frammanundan hevur áhugamál í Brasilia.

Niðanfyri ein video av bingjuskipinum og práminum eftir samanstoytin.



Keldur: Grupo Portal Marítimo & Maritime Bulletin