* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjuskip hjá Maersk sleit trossarnar

Ógvusligar hvirlur vóru orsøkin til, at fleiri trossar hjá bingjuskipinum, Carsten Maersk, fríggjadagin slitu, meðan skipið lá við bryggju í Tauranga Bingjuhavnini í Nýsælandi. Tað eydnaðist sleipibátum at fáa skipið aftur til bryggju, uttan at nakar skaði hendi.

 

Sambært veðurstøðum á staðnum vóru hvirlurnar upp í 110 km/t, og tað førdi til, at trossarnir har afturi á Carsten Maersk slitu, og afturendin á 347 metrar langa bingjuskipinum varð skumpaður út úr havnini.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at havnarmyndugleikarnir skjótt fingu tríggjar sleipibátar á staðið, og teir trýstu afturendan á Carsten Maersk inn aftur ímóti bryggjuni. Har eydnaðist at festa skipið aftur við nýggjum trossum.

 

Ongi fólk fingu skaða í óhappinum, og heldur ongi skip fingu skaða. Myndugleikarnir á staðnum kravdu kortini, at fulllastaða bingjuskipið varð kannað, áðrenn tað fekk loyvi at loysa frá byrggju. Kanningin bar í sær, at Carsten Maersk varð átta tímar seinkað, tá tað at enda legði leiðina ímóti Kaohsiung.

 

Vanliga hava trossarnir á skipum á stødd við Carsten Maersk eitt tvørmát upp á millum 20 og 30 centimetrar.

 

Kelda: Maritimedanmark.dk