
Hitt 4.281 dwt stóra bingjuskipið Sea Eagle koppaði sunnunáttina í turkisku havnini Iskenderun, meðan tað lossaði. Fleiri fólk vóru á bryggjuni, tá ein krani lyfti eina byngju av skipinum, sum alt fyri eitt fekk slagsíðu.
Tað gingu bara fáir minuttir, til Sea Eagle, sum er skrásett í Togo, holvdist fullkomiliga og legðist á síðuna í havnini.
Eingi fólk fingu skaða í óhappinum, sum sæst í sjónvarpsbrotinum niðanfyri.
Turkisku myndugleikarnir hava lagt flótisperringar út kring skipið.
Kelda: Maritimedanmark
Sí sjónvarpsbrot niðanfyri!
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=huXim00-ero]
Sea Eagle koppar.