* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kranin datt niður yvir Ever Summit har afturi á skipinum.

Bingjuskip koppaði krana

Ein stórur krani koppaði  við eina atløgubryggju í Kanada mánadagin. Kranin varð ásigldur, og hann koppaði niður yvir eitt Evergreen bingjuskip. Óhappið hendi, tá 7.025 TEU stóra Ever Summit var í ferð við at leggja til bryggju í Vancourer. Ongin fekk skaða í óhappinum.

 

 Tað var ein sonevndur “ship-to-shore-krani”, ið koppaði, tá Ever Summit rakti hann. Sleipibátar syrgja í løtuni fyri, at Ever Summit ikki førkar seg við stóra krananum. Kranin liggur tvørturum har afturi á skipinum, sigur Louanne Wong, ein umboðsmaður fyri Global Container Terminal.

 

Óhappið órógvaði ikki aðrar partar av arbeiðinum á havnarøkinum, sigur eitt umboð fyri havnina í Vancouver.

 

- Loðsur var umborð, tá óhappið hendi, og nú verður tilburðurin kannaður, sigur Danielle Jang, sum starvast hjá Vancouve-havn.

 

Sambært Vancouver Sun er Ever Summet 300 metrar langt og siglir undir panamaflaggi.

 

Kelda: Maretime Danmark og Vancouver Sun