* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hitt 14.052 teu stóra bingjuskipið, ONE Aquila, var á veg til havnina í Long Beach við Los Angeles, tá tað í ringum veðri misti í minsta lagi 100 bingjur í havið. Eftir hendingina broytti skipið kós móti Tacoma í státinum, Washington, í staðin.

 

- Í Tacoma kann skipið kannast og ruddast kann upp í teimum bingjum, sum eru holvdar, upplýsir ONE í einum tíðindaskrivi.

 

Í fjør misti eitt annað skip hjá ONE, hitt 8.614 teu stóra Helsinki Bridge eisini bingjur í havið í ringum veðri, tá tað var á veg til Wilmington, USA.

 

Kelda: Offshore Energy – Green Marine