* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Concordia misti stýringina, og rendi á land í Noregi.

Bingjuskip misti stýringina

Við einari ferð uppá 15 míl í einum smølum norskum firði er rættiliga óheppið, um róðrið brádliga ikki riggar. Men tað var júst tað, ið hendi við 140 metrar langa bingjuskipinum, Concordia, sum var á veg inn í Vartdalsfjørðin  stutt frá Ålesund í Noregi.

 

Úrslitið vísti seg skjótt. Skipið snaraði inn móti klettinum, og strandaði við nógvari ferð. Og har stóð tað fast. Ongin av manningini fekk løstir.

 

Sleipibáturin, Polar Rex, togaði Concordia avaftur, tá tað fløddi. Eftir tað sigldi skipið sjálvt til Ålesund, har tað verður kannað, meðan norska løgreglan kannar orsøkina til hendingina.

 

Concordia, sum er smíðað í 1997, er 864 teu stórt, og tað siglir undir liberiskum flaggi.

 

Kelda: Sunnmørasposten